Børn hava rætt til mammu og pápa

Ein føroysk loysn og ein føroysk grundlóg tryggjar rættindi og skyldur hjá hvørjum einstøkum borgara í Føroyum. Ein álitisvekjandi javnstøðupolitikkur skal tryggja øllum børnum í Føroyum rættin til samveru við bæði foreldrini.

Í løtuni er rætturin hjá børnum til bæði foreldur ikki munagott tryggjaður í familjurættarmálum.

Eitt rættvíst samfelag tryggjar børnunum rættin til bæði foreldur og javnsetur rættin hjá pápum og mammum til børn síni. Alt annað er órættvíst.

Tú situr við atkvøðuni. Sig ja til Tjóðveldi fyrsta September. Sig ja á fólkaatkvøðuni um føroyska grundlóg. Sig ja til barnanna rætt til mammu og pápa. Sig ja til foreldranna rætt til børn síni.

Blíðar heilsanir

Jóannes Guttesen, listi E