Hetta skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu, skulabladid.fo.
Í seinastuni hevur nógv verið frammi um næmingar við ADHD og ta ónøktandi hjálp, sum børn við hesi avbjóðing uppliva. Tey standa leingi á bíðilista til útgreining, og ofta hava foreldur í ráðaloysi leitað eftir aðrari hjálp – sum oftast til fánýtis.
Hetta er for galið, heldur Maybritt við Strond, PD í logopedi og kollegialari vegleiðing, sum í nógv ár hevur gjørt stórt arbeiði fyri børn við innlæringartrupulleikum. Gjøgnum sítt arbeiði kennir hon væl til støðuna og veit tí eisini, hvat skal til, um børn við ADHD, orðblindni ella øðrum avbjóðingum skulu fáa nakað munagott burtur úr skúlanum.
– Løgtingslimir eiga at taka tað í álvara, sum ymiskar kanningar og fakbólkar hava víst á, tí her eru kanska nakrir strukturellir manglar ella feilir, sum eru við til at gera, at vit halda okkara ungu føstum í einari “sjúkari skipan”, sum kann kosta okkum eitt heilt ættarlið, sigur hon.
Maybritt saknar fyrst og fremst eina nógv størri játtan á fíggjarlógini til hesi øki og so ítøkilig politisk átøk – ja, í roynd og veru heldur hon, at dagstovnaøkið og fólkaskúlalógin eiga at endurskoðast úr enda í annan.
– Hetta er nógv meira komplekst enn at játta 200.000 her og 600.000 har – her skal hugsast størri. Men tá mann í fleiri ár ikki hevur raðfest og sett av í langtíðarætlanum, so er tað ikki undarligt, at alt siglir, sigur hon.
Hví heldur tú, at tað ikki verður gjørt meira við hetta økið politiskt?
– Vit mugu bara viðurkenna, at tað er ikki líka lokkandi fyri ein politikara at játta stórar íløgur til okkara børn og ungu. Mistrivnaður er kanska ein trupulleiki, har øll føla avmakt, tí tað ikki er so ítøkiligt sum ein tunnil.
– At nakar politikari í dag dittar sær at tosa og brúka tíð upp á ókeypis tunnilskoyring er mær ein gáta. Teir hava nógv størri og truplari avbjóðingar at kjakast um og loysa. Tað tykist sum um, at politisku flokkarnir ikki hava skilt ella viðurkent kompleksitetin av trupulleikanum, tí annars hevði mann sett heilarnar saman, funnið loysnir og gjørt heilt aðrar fíggjarligar raðfestingar, sigur hon.
Hetta sæst millum annað í grein, ið Skúlablaðið skrivar, og meira sæst á www.skulabladid.fo.










