Bøndur sleppa nú at skjóta villgæs

Nú skal friðingin av villgásini takast av.


Tað ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum umsitur veiðilógina.

Hann sigur, at avgerð er nú tikin um at broyta veiðilógina, so at bøndur sleppa at skjóta villgás.

 Bøndur kring landið eru rættiliga illa plágaðir av villgás. Serliga á Sand, men eisini ymsastaðni inni á meginlandinum, er tað rættiliga vanligt at síggja bøin avtaklaðan við villgás.

 

Samstundis hevur Búnaðarstovan leysliga roknað seg fram til, at nógvastaðni, har villgásin er,  etur hon næstan helvtina av grøðini, umframt at hon dálkar gras og bø rættiliga illa.

 

Hetta er ein svárur missur hjá bóndum tí tilsamans etur villgásin gras fyri eina milliónaupphædd, sum bøndurnir tískil mugu keypa aðrastaðni frá.

 

Hinvegin standa bøndurnir maktarleysir, tí villgásin er friðað og tískil fáa teir einki gjørt fyri at bjarga grøðini.

 

Men nú sigur Jacob Vestergaard, at hann er sinnaður at avtaka friðingina av villgásini, í hvussu so er partvís.

 

- Eg skilji bøndurnir øgiliga væl, at teir vilja sleppa undan hesi pláguni, sum villgásin er. Bøndur liva av tí, sum jørðin gevur og tað, sum gásin etur, mugu teir tískil keypa og tað tyngir raksturin, sigur landsstýrismaðurin.

 

Tí hevur hann nú sett gongd á arbeiðið í Fiskimálaráðnum at orða eitt lógaruppskot sum avtekur friðingina av villgásini.

 

Hann sigur, at enn dugir hann ikki at siga, hvussu umfatandi skjótingin verður.

 

Men hann hugsar sær, at bøndur sleppa at skjóta gæs innangarðs fyri at halda hava burtur frá grasi og veltum.

 

Hetta er í samsvari við tað, Búnaðarstovan hevur skotið upp.

 

Men hinvegin skulu atlit eisini takast fyri stovninum, tí skjótingin má ikki verða so umfatandi, at gásin verður oydd.

 

Landsstýrismaðurin dugir ikki at siga, nær friðingin verður avtikin. Men uppskotið stendur á skrá fyri næstu tingsetu, so hann væntar, at uppskotið verður veruleiki einaferð í heyst.