Bøndur 8,2 milliónir í stuðuli at bjarga føroysku mjólkini

Bøndur við mjólkneytum eru í so stórari kreppu, at okkurt munagott má gerast alt fyri eitt

Føroyskir bøndur við mjólkneytum fáa nú 8,2 milliónir í stuðuli úr Búnaðargrunninum til at velta upp úr nýggjum fyri.

 

Tað skal útvega teimum meiri stráfóður so at teir sleppa undan at innflyta so nógv, dýrt stráfóður uttanlands. 

 

Tað ætlar jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum.

 

Løgtingið hevur samtykt at játta bøndrum 4,1 millión um árið til at velta fyri. Men møguleiki er at útgjalda fyri tvey ár í ár.

 

Og Jacob Vestergaard heldur, at støðan í landbúnaðinum er so vánalig, at tað er neyðugt at brúka hasa heimildina.

 

Tí hevur hann nú søkt Fíggjarnevndina um heimild til at flyta bøndrum 8,2 milliónir í ár í studningi til stráðfóður, sum tað eitur.

 

Í hesum sambandi hava grannskoðararnir, Arnason og Mortensen, greinað støðuna hjá bøndrunum.

 

Teirra niðurstøða er, at tað gongur illa og at skeiva gongdin kann ikki halda fram.

 

Avlopið er lítið og inntøkurnar er lágar, og tí má okkurt  munagott henda skjótt, skulu ikki fleiri mjólkabøndur verða noyddir at gevast.

 

Einstakir bøndur hava klárað at hildið úrslitið javnt gott hesi seinastu árini og grannskoðararnir halda, at tað er vert at kanna, hvussu hetta kann hava latið seg gera, og um tað ber til hjá hinum bøndrunum at gera sum teir.

 

Víst verður eisini á, at 60 prosent av fjósunum við mjólkenytum, er eldri enn 30 á og bara sjey prosent av fjósunum eru yngri enn 10 ár.

 

Nógv fjós í Føroyum eru gomul og niðurslitin, og í grundini eru tað bara trý fjós, sum lúka framtíðarkrøvini til djóravælferð – men tað triðja er enn í gerð,

 

Tað er ikki óhugsandi, at um stutta tíð fer talið á fjósum til mjólkneyt at minka munandi, har tey flestu, ella øll, eru robotfjós.

 

- Henda endurnýgging krevur munandi íløgur, staðfesta grannskoðararnir.

Men samstundis er lániskuldin hækkað nógv, at tað er ein forðing fyri nýggjum íløgum.