Bøn fyri Ukraina í Vesturkirkjuni týskvøldið

Í annaðkvøld, týskvøldið 1. mars kl. 19.30, skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina.

– Vit biðja fyri friði og framtíð fyri tað ukrainska fólkið og øllum teimum, sum eru rakt av krígnum, skriva prestarnir.

Heri J. Joensen, Bergur D. Joensen og Derhard Jógvansson taka lut. 

Jens Marni Hansen framførir við sangum sínum.

Høvi verður at fáa eina samrøðu, drekka verður aftaná, og øll eru vælkomin, siga prestarnir