Bøn fyri Keypmannahavn í Vesturkirkjuni í kvøld

Í sambandi við sorgarleikin í handilsmiðstøðini Fields í gjár, verður Vesturkirkjan opin frá kl. 17.00 til á miðnátt í kvøld. Høvi verður at koma í kirkjuna fyri at tendra ljós, biðja eina bøn, at sita í kvirru og at práta við prest. Kl. 19.30 verður ein andakt hildin.