Bøkur eru altíð ein góð jólagáva

- Eg havi Bíbliuna og Strategy Safari eftir Mintzberg í náttborðinum, sigur Sofus Gregersen.

Lesur tú føroyskar bøkur?

 

- Ja, eg lesi føroyskar bøkur inn ímillum, men oftast enskar og danskar fakbøkur.

 

Tað sigur Sofus Gregersen, sum býr í Fuglafirði.

 

Hvørjar bøkur lesur tú?

 

- Tær føroysku eru sum oftast bøkur, sum koma ígjøgnum bókaringin hjá Leirkerinum, umframt Bíbluna. 

 

 Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú?

 

- Bíbliuna og Strategy Safari eftir Mintzberg. 

 

Ynskir tú tær bøkur í jólagávu?

 

- Ja, bøkur eru altíð ein góð jólagáva at fáa, sigur Sofus Gregersen.