Tað gongst einki serligt hjá Airbus fyri tíðina. Ferð eftir ferð hevur felagið mist stórar ordrar, og tað var enn einaferð søgan, tá Korean Air Lines Company herfyri gjørdi av, hvar tey skuldi keypa nýggj flogfør. Samanlagt var talan um ordra upp á $ 5,5 mia, og hesin peningur verður allur nýttur hjá Boeing. Koreanska felagið hevur nevnliga bílagt 15 ferðafólkaflogfør og 10 fermaflogfør frá stóra amerikanska framleiðaranum.










