Eitt Boeging-fogfar við 133 ferðafólkum er í dag dottið niður í Kina.
Tað upplýsir kinesiska ríkissjónvarpið sambært tíðindastovuni AFP.
Enn er einki at frætta um deyð ella sært. Tað er eisini ógreitt, um nakar er komin frá vanlukkuni á lívi.
Flogfarið frá China Eastern Airlines var eitt Boeing 737-flogfar. Tað datt niður nærindis býnum Wuzhou í Guangxi-landspartinum í útsynningspartinum av Kina.
Flogvanlukkan hevur sambært ríkissjónvarpinum elvt til eld á einum fjalli.
##med2##
Flogfarið, sum hevði flognummarið MU5735, fór úr býnum Kunming klokkan 13:15 lokala tíð. Tað skrivar bretska BBC.
Flogfarið hevði eftir øllum at døma kós ímóti stórbýnum Guangzhou, sum eisini eru í Guangxi-landspartinum nærindis Hongkong.
Bjargingarlið eru send á vanlukkustaðið.
/ritzau/