Seinnapartin seinasta hósdag fekk Brimil boð um, at garnaskipið Túgvusteinur hevði fingið um skrúvuna.
Teir vóru tá staddir norður av Føroyabanka, og teimum tørvaði sleip. Brimil setti kós móti Túgvusteini og var hjá skipinum klokkan 01.
- Veðrið á leiðini var vánaligt, einar 25 metrar um sekundið, og aldan var einar 7-8 metrar høg.
Hjá Vørn siga tey, at Túgvusteinur varð sleipaður á Havnina, har kavarar av Brimli skóru burtur av skrúvuni.
Á ovaru myndini síggjast petti av trossa, sum kavarar skóru av skrúvuni á garnaskipinum.
##med2##