Í gjár vóru fyrru fjórðingsfinalurnar í Europa Conference League, sum er litlibeiggi hjá Europa League. Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum hevur norska Bodø Glimt vunnið á AS Roma og José Mourinho.
Fyrru ferð vunnu teir 6-1 í bólkaspælinum, og spældu síðani 2-2 í italska høvðusstaðnum. Í gjár vann Bodø Glimt 2-1, eftir at hava verið aftanfyri 1-0 í fyrra hálvleiki. Bodø Glimt er stóra søgan í norskum fótbólti seinastu árini.
Flottasta málið í gjár skoraði Dimitri Payet, tá hann meddaði bóltin í einum fyrstuferðsfluktara uttanfyri brotsteigin, eftir at eitt hornaspark bleiv spælt beint út til hann. Bólturin brast í málhornið. Marseille vann 2-1 á griska PAOK.
PSV og Leicester spældi málleysan javnleik, og landsmenninir hjá PSV, Feyennoord, spældu javnleik 3-3 móti Slavia Prag. Returdystirnir verða 14. apríl.
Málini síggja við at trýsta HER (uefa.com)











