Um vikuskiftið var 25 ára gamla Bodil Mohr Hermansen úr Havn við í kappingini um danska meistaraheitið í klasiskari styrkilyfting, sum var í Albertslund, og har endaði hon samanlagt næstfremst.
Bodil, sum umboðar felagið Target, kappaðist í 72 kilo bólkinum hjá teimum vaksnu og megnaði at vinna kappingina í squat við 135 kilo. Tað lyftið munaði væl, tí hon var 17,5 kilo sterkari enn tær báðar næstu.
Í bonkpressi lyfti hon 65 kilo, sum rakk til eitt fjórðapláss, og í dead-lift 152,5 kilo, sum rakk til eitt triðjapláss. Samlaða lyfta vektin hjá Bodil kom tó upp á 352,5 kilo, ið tryggjaði henni næstfremsta plássið og silvur í kappingini í sínum bólki.









