Boðar frá nakað av vindi í nátt

Sambært DMI, so verður tað um 20 metrar um sekundið í nátt.

Týsdagin nærkast eitt djúpt lágtrýst Íslandi og Norðhavinum út útsynningi, og tilhoyrandi brúgvaløg við regn og vindi fara framvið Føroyum týskvøldið. Komandi dagarnar fara fleiri lágtrýst og brúgvaløg fram við oyggjunum úr vestri, áðrenn tað seinni í vikuni streymar kaldari luft oman yvir Føroyar.


Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, sum snarar í ein útsynning, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli, men út á dagin verður skýggjað. Seinnapartin snarar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar vindin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið, og um kvøldið stívt andøvsgul upp í hvassan vind, í støðum upp í skrið, 10 til 18 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av útsynningi. Mikunáttina verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 15 til 20 metrar um sekundið. Tað klárar í og verður samdrigið og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 6 og 10 stig.


Mikudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 15 til 20 metrar um sekundið, sum spakuliga makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Ælaveður, men eisini sól. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, upp í 7 metrar um sekundið, men um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn. Hitin millum 7 og 10 stig.


Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum snarar í ein norðan, seinni útnyrðing og makar niður í eitt lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men seinni klárar í og okkurt æli. Hitin millum fimm og 10 stig. Um kvøldið verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið, og klárt, umframt fallandi hiti. Um náttina verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, regn av vestri og hitin millum 4 og 8 stig.


Fríggjadagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn mesta av degnum og hitin um 10 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í andøvsgul up í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í, men eisini okkurt æli. Hitin millum 6 og 9 stig.


Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina minkar nakað. Samdrigið og ælaveður, um náttina partvís vátaslættingur. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 2 til 5 stig.


Sunnudagin verður sum lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, um náttina partvís vátaslættingur. Hitin um dagin um 6 stig, um náttina niður í millum 2 og 5 stig.