Tað liggur væl fyri hjá Boðanesi við búrfiskinum. herfyri setti hann sølumet, tái hann avreiddi á Tvøroyri fyri 2,1 millión.
Nú hevur hann so aftur sett met - og tað við lít.
Tí í gjáramorgunin kom hann aftur á Tvøroyri við eiini búrfiskalast.
Teir avreiða í løtuni, men veiðan verður mett til 240 tons.
Og fyri tað fáa teir ikki minni enn 3,4 milliónir.
Og tað er væl fiskað - uppá bara fýra dagar.
Kiloprísurin er uppá góðar 14 krónur fyri kilo
Boðasteinur hevur hesuferð verið heilt har suðuri við Azorurnar, men er komin alla ta longu leiðina til Føroyar at avreiða.
Báturin er tómur í kvøld. Á Fiskavirking á Tvøroyri arbeiða tey eini 40 tons um dagin, so tað verðu ein vika at arbeiða lastina hjá Boðasteini undan.
Búrfiskurin ávirkar ikki aðra framleiðslu hjá Fiskavirking á Tvøroyri, har tey afturat arbeiða báði svartkalva og kongafisk.
Men tað merkir, at nógv fólk er til arbeiðis, eini 140 vera tey á virkinum ta komandi vikuna.
Annars er meiri fiskur komin á land á Tvøroyri higartil í ár, afturímóti í fjør.
Fyrsta ársfjórðingin í fjør arbeiddu tey bara 800 tons á virkinum á Tvøroyri, men higartil í ár hevur virkið longu tikið ímóti yvir 1.000 tonsum.