Boðaðu frá oljudálking á Tvøroyri

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at fólk luktaðu olju við kappróðrarneystið á Tvøroyri.

 

Savnsmynd, Sosialurin

Tað vísti seg, at dieselolja var likin á sjógv. Tá tey fór at kanna málið varð staðfesta, at oljuroykurin kom úr einum áarløki ella frárensli. Gingið varð runt í økinum at kanna, um eitt hvørt var, sum kundi havt elvt til, at olja rann í økinum, men einki varð funnið.

Kommunan fer nú at kannað, um tað kann leka úr oljutanga í onkrum húsi í grannalagnum.

 

 

Savnsmynd, Sosialurin