Fyri lítlum hálvum tíma síðani varð boðað frá eldi í høvuðsdeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyum á Kongabrúnni í Havn.
Talan var kortini ikki um eldsbruna, men um eina brandvenjing, sum skuldi vísa, hvussu væl fyriskipaðar mannagongdir stóra tryggingarfelagið hevur, tá tað snýr seg um brunatrygd og rýmingarleiðir inn hjá sær sjálvum.
Sløkkiliðið kom væl mannað á staðið, og fólk, sum vóru stødd á ovastu hæddini – í fundarhølinum á sættu hædd – máttu niður við stigabilinum, tí aðrar rýmingarleiðir vórðu fyltar við royki .
Vit frætta nærri um seinni, hvussu venjingin hepnaðist.
Síggi fleiri myndir í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER