Boðaðu frá eldi á Prentmiðstøðini

Stutt fyri klokkan 14 varð boðað frá eldi á Prentmiðstøðini í Havn. Tað var sjálvvirkandi roykávaringarskipanin, sum var farin í gongd.

Stutt fyri klokkan 14 varð boðað frá eldi á Prentmiðstøðini í Havn. Tað var sjálvvirkandi roykávaringarskipanin, sum var farin í gongd.

 

Tá átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum kom á staðið var brendaroykur at kenna inni á Prentmiðstøðini. Men har var kortini eingin eldur. Ein kompressari í fýrrúminum var vorðin ov heitur, og tað elvdi til royk.

 

Prentmiðstøðin er einasta blaðprentsmiðja í landinum. Nema og Sosialurin eiga Prentmiðstøðina, sum heldur til í gamla bygninginum hjá Dimmalætting.