Talan var tó ikki um eldsbruna, men at sjálvvirkandi eldávaringarskipanin á KT deildini hjá Tórshavnar kommunu í Sverrisgøtu var farin í gongd. Har er eitt sonevnd ABA skipan, sum er ein sjálvvirkandi skipan, sum hevur beinleiðis samband við Brandstøðina í Havn.
Tað hendi meira enn so, at skipanirnar fara í gongd, tí tær eru so fíntfølandi.
– Men tað er betri, at vit verða send út einaferð ov ofta heldur enn øvugt, segði ein av sløkkiliðsmonnunum á staðnum í morgun.
Tað kann vera dampur ella roykur, sum tendrar skipanina, ella, har sum sprinklaraskipan er, at vatntrykkið brádliga minkar í økinum. Tað kann vera tí, at eitt skip tekur vatn ella okkurt heilt annað, sum ávirkar.
##med2##
Tá boð eru eftir sløkkiliðnum á henda hátt, so fer átaksleiðarin beinleiðis á staðið. Hann hevur altíð átaksleiðarabililn hjá sær, so hann kann fara beinleiðis á staðið. Hinir, sum annaðhvørt eru til arbeiðis á brandstøðini – ella sum verða tilkallaðir, um tað er uttan fyri arbeiðstíð, skulu møta á brandstøðini og fara so avstað við sløkkiliðsbilunum.
Átaksleiðarin kannar so umstøðurnar á staðnum, so hann kann geva hinum boð um, hvar teir skulu fara.
Og tá tað er sum í morgun, »falskur alarmur«, so kann átaksleiðarin ikki avlýsa átakið, fyrr enn hann er 100 prosent vísur í, at einki er á vási.
##med3##
##med4##