Boðaði frá royki úr sethúsum í Havn

Sløkkiliðið fór skjótt á staðið og fekk sløkt

Fyrr í morgun varð boðað frá, at tey sóðu royk úr einum sethúsum í Havn. Løgreglan sendi sløkkiliðið á staðið og av tí at tey ikki vistu um nakar var inni, varð sjúkrabilur eisini sendur á staðið.

 

Tað varð ikki brúk fyri sjúkrabilinum, tí tað vísti seg, at eingin var inni, so eingin fólkaskaðið var.

 

Hinvegin sigur løgreglan at eldur var í, men tað var skjótt at tað eydnaðist sløkkiliðnum at fáa tamarhald á støðuni og at sløkkja.

 

Løgreglan sigur, at enn vita tey ikki ordiliga, hvussu stórur skaðin er, ella hví eldur kom í.