Fyri løtu síðani fóru brandávaringarnar á ellis- og røktarheiminum, Boðanesheiminum, í Havn, at ýla.
Øll tilbúgvingin varð sett í verk við løgreglu, sløkkiliði og sjúkrabilum, so tað hava verið nógvir neyðsendarlúðrar at hoyra í Havn í morgun.
Men tívetur vísti tað seg ikki at vera nakað álvasligt áfatt.
- Tað vísti seg, at eitt av búfólkunum hevði sløkt eina sigarett niður í ein urtapott, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Sigarettin slóknaði kortini ikki, men elvdi til so nógvar royk, at ávaringin tendraði og so varð øll tilbúgvingin sett í verk fyri at binda um heilan fingur.
Talan var ongantíð um opnan eld, men sigur vakthavandi.
Annars hevur verið stak friðarligt í nátt. At kalla tað einasta, sum er hent, er, at ein maður er tikin fyri húsaófrið, hann varð so mikið ólátaður, at løgreglan tók hann og setti hann í varðhaldið í nátt.









