Tað er ikki so ofta, tú sært kommunur heita á sínar borgarar um at taka at leyst upp, nú roknast kann aftur við nógvum vindi.
- Komandi dagarnir verður boðað frá nógvum vindi, og ofta er ein trupulleiki leys ting, sum kunnu gera skaða.
Tað siga tey í Hvalbiar kommunu í dag, har tey vísa til eitt veðurkort frá www.windy.com, ið ikki sær so tespiligt út.
- Vit heita á øll um at rudda alt leyst upp, sum møguliga liggur úti. Hetta er við til at tryggja teg og møguliga onnur við, verður lagt aftrat.