Boða børnum evangeliið

Leygarkvøldið verður stuðulskonsert til frama fyri kristnar sjónvarpssendingar.

Leygarkvøldið 20. juni verður konsert, í Løkshøll, við luttøku av Martini Joensen, Kristinu Bærendsen, Jórun Pólsdóttir, Heðini Askham, og rútmiska kórinum Todos. 

 

Konsertin er til frama fyri sjónvarpsrásina Sat7 KIDS, ið arbeiðir fyri at varpa gleðiboðskapin um Jesus Kristus í Miðeystri og Norðurafrika. Rásin hevur síðani 2007 framleitt eina barnaskrá við bíbliusøgum, teknifilmum, spurningum, drama og beinleiðis sendingum, har børn og foreldur kunnu ringja inn og seta spurningar. Nýggjasta verkætlanin hjá Sat7 KIDS, er at varpa undirvísing í arabiskum, enskum og støddfrøði til børn, ið eru rýmd frá húsi og heimi undan krígginum í Sýria. Sí www.sat7kids.org og les meira.

 

Tað er kórið Todos, úr Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, ið skipar fyri konsertini. Todos, ið merkir “øll” á sponskum máli, hevur 9 mðr. á baki. Sermerkt við Todos er, er at sangarar og tónleikarar spenna, í aldri, frá tannáringum til pensjónistar, og alt harímillum. Todos er undir leiðslu av Olgu Magnussen og Jórun Pólsdóttir.