Boð frá løgmanni um korona: Vit lata spakuliga upp aftur

Her eru tey tilmælini, sum nú verða linkað

Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni eftir at tilmælini vórðu herd í farnu viku. Men nú er støðan batnað aftur og tí verður mett, at stundin er komin at linka tilmælini aftur eitt sindur.

 

Hetta merkir í stuttum at ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum. Tað merkir eisini, at størri tiltøk, bæði almenn og og privat kunnu haldast tá ið tann neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn, sigur løgmaður.

 

Men skeinkistøðini eiga framvegis ikki at hava opið. Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum, sigur løgmaður

 

– Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini, sigur Bárður á Steig Nielsen