Um vikuskiftið skipar ÍSB fyri árligu FM-kappingini í boccia. Kappingin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík, leygardagin 2. apríl klokkan 13. Stívliga 40 ítróttafólk hava meldað seg til kappingina, og tey koma at kappast í tveimum bólkum, sum eru rørslutarnað og menningartarnað.
Til kappingina í Klaksvík verður eisini avdúkað, hvør fær heiðurin sum ársins boccialeikari, og viðkomandi fær eitt steyp til ognar.
Ítróttafólkini eru í øllum aldri, og tey venja til dagligt í kvøldskúlunum kring landið og í ítróttafeløgunum, Smæruni og Svani.
- Tey hava vant miðvíst til kappingina, sum má sigast at vera hæddarpunktið á boccia-kappingarárinum, siga tey hjá ÍSB.
Tað verður Leila Solmunde, forkvinna í MBF, sum kemur at seta kappingina í Klaksvík, og øll eru vælkomin at fylgja við í kappingini.