Atli Gregersen sigur, at tað boblar av spenningi í landsliðshópinum. Somuleiðis merkist tað, at tað nú nærkast til dystarbyjran.
Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini
- Vit skylda føroysku áskoðarunum at geva okkum alt sum vit eiga. Og at áskoðararnir síggja, at hetta veruliga merkir nakað fyri okkum, sigur Atli Gregersen við Rás2.
Hoyr eisini Atla greiða frá landsliðslívinum á Hotel Føroyum, hvørja ávirkan tað hevur at ivamál eru á bakkplássunum, hvat hann heldur um reyða kortið í Runavík, og hvørji útlitini eru fyri, at hann skorar móti Grikkalandi.