Bobby noktar harðskap

Songkvinnan Whitney Houston, sum eftir fleiri ára steðg aftur er á marknaðinum við fløguni ?I Look to You?, tosaði fyri stuttum um sína deprissión í einari samrøðu við Oprah Her segði hon millum annað, at Bobby Brown støðugt framdi sálarligan harðskap móti henni.

 

-Kensluliga var hann harður. Tað, hann segði, var ræðuligt. Og mangan breyt hann ymisk ting heima.

 

Men Bobby Brown sigur nú, at tað als ikki var soleiðis tey 14 ára, ið tónleikastjørnurnar livdu saman. Hann leggur dent á, at tað eru tvey fólk í einum parlagi.

 

-Eg haldi ikki, at hon sáraði meg, ella at eg sáraði hana.

 

- Eg haldi bert, at vit høvdu eitt 14 ára langt parlag, sum hevði viðgang og mótgang, sum bert fá fólk skilja.

 

 

 

Vil ikki kjakast í miðlunum

Hann viðgongur tó sína kokainmisnýtslu í blaðnum The Sun.

 

-Eg tók ógvuliga nógv kokain, og tað kann eg ikki broyta. Tað er eitt valdsmikið rúsevni.

 

-Eg haldi, eg keddi meg. Eg var júst blivin giftur, men alt var ikki sum tað skuldi verða. Tíverri leitaði eg til rúsdrekka og rúsevni.

 

Hann sigur við The Sun, at hann als ikki hevur ætlanir um at kjakast alment um teirra parlag.

 

-Um hon sigur okkurt ósatt, so taki eg kjakið við hana persónliga, sigur Bobby Brown at enda við The Sun.