Bobby Bare vil njóta nakrar dagar í Føroyum

Bobby Bare er komin til landið.

 

Seinnapartin í dag lendi Bobby Bare í Vágum, og hann fer at njóta nakrar dagar í Føroyum, áðrenn konsertin hjá honum verður leygarkvøldið. Tað boðar Summarfestivalurin frá.

 

Bobby Bare er verulig countrylegenda, og hetta er fyrstu ferð, at hann vitjar í Føroyum.

 

- Nógvir føroyingar hava lurtað eftir tónleikinum hjá Bobby Bare, og spenningurin er stórur til framførsluna á Vágsbøi, siga fyriskipararnir av Summarfestivalinum.

 

Bobby Bare spælir leygarkvøldið kl. 21.00.