Bob Marley ? Chant Down Babylon ? Songs From The Last Century

19 ár eftir deyða sín er reggae kongurin úr

Jamaica fløguaktuellur av nýggjum

Bob Marley, sáli, hevur givið út nýggja fløgu. Reggae kongurin, sum doyði av krabbameini bert 36 ára gamal, kann úr sínum himmali staðfesta, hvussu synir hansara royna at bera reggae arvin víðari. Tað eru nevniliga The Marley Boyz, ið hava produserað ?Chant Down Babylon?. Og nógvir kendir artistar taka saman lógvatak.

Nýggj teknologi ger tað soleiðis, at tær nýtist slettis ikki at vera á lívi fyri at kunna luttaka á nýggjum tónleiki ? ikki soleiðis at skilja, at løgini eru nýggj. Marley skrivaði øll áðrenn sín alt ov snara deyða.

Her er duettir við Lauryn Hill, Busta Rhymes, The Marley Brothers og teir báðar Steven Tylor og Joe Perry úr Aerosmith.

Reaggy er ein lívstílur, líkasum rapp. Boðskapurin er PEACE, rastafari relegión og so ein rúgva av hash. Tónleikurin er sum vera man sera laid back. Ein Marley sonur hevur gjørt trummuprogrameringar til øll løgini. Og hóast fløgan hevur sínar løtur, so er hetta altso ikki tey sterkastu løgini, Marley hevur skrivað ? langt frá. Hetta er jú maðurin, sum skrivaði ?No Woman No Cry?, ?I Shot the Sheriff? o.s.fr.

Eisini er góða gamla orkestrið hjá Marley ? The Wailers ? so ótrúliga nógv meira kompetent enn stirvnar rytmuprogrameringar. So um tú ikki kennir gomlu upprunaútgávurnar hjá Bob Marley, so er hetta avgjørt ikki staðið at byrja. Far so heldur eftir einum av teimum gomlu plátunum. Eitt nú ?Burnin? frá 1973 við klassikarunum ?Get Up Stand Up? og ?I Shot The Sheriff? og eisini seinastu uppruna studio útgávuna hjá Bob Marley ?Uprising? frá 1980 ? ein klassikari við eitt nú lagnum ?Redemption Song?.

Eigur tí slíkar útgávur, so er Chant Down Babylon eitt fínt uppískoyti.