Bob Hoskins deyður

Kendi sjónleikarin sovnaði burtur á sjúkrahúsi í gjárkvøldið.

Kendi, enski sjónleikarin, Bob Hoskins, er deyður, 71 ára gamalur.

 

Hann sovnaði burtur á sjúkahúsi í gjárkvøldið, har hann var innlagdur fyri lungnabruna.

 

Men fyri tveimum árum síðani gavst hann at spæla sjónleik, eftir at tað varð staðfest at hann hevði fingið Parkinson.

 

Bob Hoskins hevði ein hóp av leikulutum, heilt frá FBI ovastan, J.Edgar Hoover til Mussolini og Khrusjtjov og tilsamans var hann við í yvir 100 filmum og sjónvarpsleikum.

 

Men tað var í filminum, sum á donskum eitur, Hvem snørede Roger Rabbit, at Tey stóru í Hollywood av álvara fingu eyga á bretska sjónleikaran.