Tann 79 ára gamli amerikanarin er harvið elsti tónleikari nakrantíð, sum enda á fyrsta plássið á listanum við eini nýggjari útgávu. Tað skrivar BBC.
Tað er samstundis 56 ár eftir, at Dylan fyrstu ferð toppaði bretska albumhittlistan.
Bob Dylan yvirhálar Paul Simon, sum var 74 ár, tá hansara album »Stranger to Stranger« í 2016 lá sum nummar eitt.
Telja vit savningaralbum við, hevur Vera Lynn, sum doyði í síðstu viku, metið. Í 2019 toppaði hon listan sum 92 ára gomul við greatest hits-albumminum, »We’ll Meet Again«.
»Rough end Rowdy Days« er fyrsta útgáva av sangi hjá Bob Dylan í átta ár.
/ritzau/