Bob Dylan á okkara leiðum

Bob Dylan hevur tvær konsertir í Keypmannahavn í heyst

Í summar kemur amerikanska legendan Bob Dylan á konsertferð í Europa, men hann kemur ikki longur norður enn til Týsklands at hava konsertir.

Í heyst kemur Bob Dylan aftur til Europa, og tá verður hann eitt sindur nærri okkum. Bob Dylan skal nevniliga hava tvær konsertir í Falconer Salen í Keypmannahavn 8. og 9 oktober.

Atgongumerkjasølan byrjar mánadagin kl. 9.00.