Boðsendu bjargingarfelagum at forða fyri skaða

Í gjárkvøldið var fitt av vindi við nokk so hørðum hvirlum og tað elvdi til, at tær risastóru takpláturinar á nýggja uppsjóvarvirkinum hjá Varðanum á Tvøroyri, tóku at loysna.

Einar 10 plátur vóru um at loysna og boð vórðu vend eftir Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum fór á staðið og festi pláturnar aftur, áðrenn tær fóru á flog og kundi elvt til stóran skaða.

Men í dag er framvegis vindur og tær eru við at loysna einaferð afturat, so bjargingarliðið er aftur boðsent í morgun og teir eru nú í ferð við at tryggja pláturnar enn betri.

Hann sigur upp í 16 metrar um sekundið av útsynningi í dag og í nátt snarar hann upp í ytnyrðing og veksur upp í 18 metrar umn sekundið

Tá ið Bjargingarfelagið í Hvalba var á veg á upp á Tvørouri í gjárkvøldið í skundi, við fullum útrykning, hendi tað óhepna, at tann eini bilurin steðgaði brádliga upp og fekst ikki at starta aftur.

Menninir í honum máttu so yvir í aðrar bilar fyri at sleppa upp á Tvøroyri

Myndirnar hevur Rúni Thomsen tikið.