Boðin út um­aftur

Mykinesleiðin verður nú boð­in út av nýggj­um

Starndferðslan hevur boð­ið út siglingina til Myk­i­nes­ar frá næsta ár at rokna og trý ár fram.
Í 2006 varð Myk­i­nes­leið­in boð­in út til privat fel­ag at røkja. Síðani hev­ur leiðin verið røkt av Sp/f Mykines við M/S Bryn­hild 2006 – 2010 og av Sam­tak­i­num Sjó­ferð­ir við Silju Star og Froyi í 2011.
Nú verður leiðin so boð­in út av nýggjum gald­andi frá 2012 og trý ár fram við møg­u­leika fyri at leingja sátt­mál­an fram til 2016.
Siglt verður í høv­uðs­hei­t­i­num tveir túr­ar um dag­in í fýra mán­aði­r um ár­ið, sum er frá 1. mai til 31. august.
Um­framt hetta verð­ur eis­ini siglt í heyst­fr­í­tíð­ini.