Óboðin gestur á gátt hjá fleiri í Klaksvík

Summarfestivalurin í Klaksvík spældi væl av, tá hugsað verður um politimál.

 

Av løgreglustøðini í morgun verður sagt, at ein persónur hevur sovið í brummuni í nátt, tí hann hevði fingið ov nógv innanborða. Onkur fráboðan um ólátaðan atburð hevur verið, har ein persónur var illur í sær, men tað førdi so ikki til nakað harðskapsmál.

 

Men aftur í morgun kom fráboðan um ein persón, sum gekk inn í hús í Mýrivegi í Klaksvík. Tað var har, ið ein bilur var stolin gjáranáttina ella gjáramorgunin. Fólk sóu eisini persónin róta í kampingbilur á kampingplássinum, sum er nærindis.

 

Løgreglan kom á staðið, men fann ikki persónin.