Fótbóltslandsliðið
Tá landsliðið í komandi viku fer á venjingarlegu á Kypros, verður tað á fleiri økjum øðrvísi, enn tað hevur verið nógvu tey seinnu árini. Allan Simonsen verður ikki við, og meiri enn helmingurin av spælarunum, sum vóru stuðlar á liðnum hjá honum, fara heldur ikki niður á fjálgu Miðalhavs oynna.
Julian Johnsson, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen hava ikki fingið boð, tí teir eru upptiknir í feløgunum, sum rinda teimum løn. Súni Olsen var upprunaliga úttikin, men hann hevur givið avboð. Í komandi viku verður tað aftur farið undir kappingina í næstbestu deildini í Hollandi, og vit skilja á lagnum, at Súni er nærri liðnum nú, enn hann higartil hevur verið.
Nú Súni Olsen hevur givið avboð, hevur fyrrverandi liðfelagin hjá honum í GÍ, Bartal Eliasen, fingið boð um at koma við niður á Kypros. Bartal hevur áður spælt tveir landsdystir, men tað var í 1997. Hann hevur onkra ferðina síðani verið í hópinum, men nú er langt síðani, at hann var á liðnum.
Tríggir av heimligu spælarunum, sum hava verið fastir fúsir á landsliðnum, fara ikki við á venjingarleguna. Talan er um Jens Kristian Hansen, Fróða Benjaminsen og Allan Mørkøre.
? Í heyst bar Allan Mørkøre seg undan at vera á landsliðnum, tí hann var so upptikin av skúlanum. Hann verður liðugur nú í februar. Tí hevur hann ikki fingið boð til venjingarleguna, sigur Jógvan Martin Olsen, sum fer at hava venjaraábyrgdina á Kypros.
? Jens Kristian Hansen hevur fleiri timburmenn í arbeiði. Teir hava so mikið nógv at gera, at tað ber honum ikki til at fara frá í tvær vikur. Fróði Benjaminsen lærir til timburmann. Hann er júst byrjaður á tekniska skúlanum, og tað ber honum ikki til at leypa tvær vikur um, sigur Jógvan Martin Olsen.
Spennandi avbjóðingar
Tá spælararnir fara á venjingarlegu kennist tað sjálvandi sum ein serlig avbjóðing, tá altjóða skrásettir landsdystir eru á skránni. Landsliðið skal spæla tríggjar dystir á Kypros. Ein er ímóti einum pólverskum 2. deildarliði. Tann dysturin verður 15. februar. Landsdystirnir eru á skránni 10. og 13. februar. Tann fyrri verður ímóti Póllandi, og tann seinni verður ímóti Liktinstein.
Síðsti landsdysturin í fjør var 6. oktober í Slovenia. Seks av teimum fjúrtan spælarunum, sum vóru á vøllinum ta ferðina ? Jákup Mikkelsen, Johan B. Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Súni Olsen og Kurt Mørkøre ? fara ikki við til Kypros. Um vit leggja afturat Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson, sum vóru leikbannaðir ta ferðina, men sum annars vóru fastir menn á miðvøllinum, so eru tað spælarar, sum tilsaman hava spælt 283 landsdystir, sum ikki verða við hesa ferð.
Jógvan Martin Olsen ivast kortini ikki í, at talan verður um venjingarlegu, sum fer at hava stóran týdning:
? Flestu av spælarunum, sum vóru við í fjrø, men sum ikki verða á venjingarleguni, verða vónandi tøkir, tá EM undankappingin verður á skránni seinni í ár. Venjingarlegan gevur okkum møguleikar at royna nýggjar spælarar. Vit hava úttikið teir spælararnar, sum vit síggja størstu altjóða møguleikarnar í. So verður tað upp til teir í altjóða skrásettum landsdystum at sannføra um, at vit hava mett rætt, heldur Jógvan Martin Olsen.