Tomislav Sivic, sum í átta ár var venjari og spælari í Føroyum, hevur nú fingið nýtt starv, eftir at hann var sekkjaður í felagnum FC Vozdovac herfyri.
Nú vóru boð eftir Sivic úr heimbýnum Subotica, har felagið FC Spartak, sum spælir í næstbestu deildini, er í kreppu.
FC Spartak hevur bert fingið eitt stig í fimm dystum, og tí valdi leiðslan í felagnum at senda venjaran Bajic Srdjan til hús. Nú verður so litið Tomislav Sivic upp í hendurnar at venda skeivu gongdini.
Vætna sær nógv av Sivic
Ítróttarstjórin í FC Spartak, Milenko Popovic, sigur við serbiskar fjølmiðlar, at teir vænta sær nógv av samstarvinum við Tomislav Sivic, og hann ivast ikki í, at úrslitini fara at batna. Sivic hevði sína fyrstu venjing í Spartak mikudagin.
Tomislav Sivic var í átta ár eitt kent andlit í føroyskum fótbólti. Hann byrjaði sum spælari og venjari í VB í 1995, og í 1997 skifti hann til B36, sum hann gjørdi til føroyameistarar fyrsta árið. Í 2000 og 2001 var Sivic venjari í KÍ, áðrenn hann fór av landinum aftur. Síðani hevur hann starvast heima í Serbia.










