Boð eftir sambandsflokkinum ? til uppruddingina

    

So hendi tað aftur! Nýval er útskrivað bert 19 mánaðirr eftir seinasta løgtingsval.
Nógv verður tosað um hvør osøkin er. Eitt er tó heilt víst. Tað er samgongan sjálv sum eigur heiðurin av, at fullveldisskútan er sokkin, sum samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, málbar seg í fjølmiðlunum. Tað var óneyðugt hjá andstøðuni at taka nøkur ítøkilig stig til hetta.
Ongantíð í Føroya søgu hava politiskir samgonguflokkar havt so gott útgangsstøði, og ongantíð hava Føroyar havt so góðar fíggarligar umstøður sum tey seinastu 6 árini.
Fiskiflotin var saneraður í botn við eyka stuðuli og bíligum lánum úr Danmark. Framleiðslu-vinnan á landið sanerað í botn við eyka stuðuli og bíligum lánum úr Danmark. Metstórar fiskanøgdir, methøgir fiskaprísir, metlág renta, rímuligir orkuprísir og aðrir fyrimunir, og ongir vansar av nøkrum handa slagi.
Hvítar bøkur og aðrar bøkur í ymiskum litum við gyltum lyftum øll 6 árini um bólgnandi peningakassar í einum fullveldisparadísi, sum eftir øllum at døma skuldi vara alla okkara tíð og nakað væl afturat.
Og nú knappliga hoyra vit vinnulívsmenn innan flestar vinnugreinar, aling, rekju-veiðu, feskfiskaveiðu, framleiðslu á landi, peningastovnar o.a. boðað frá kreppu oman á kreppu. Tað sindrið av tøkum peningi, sum teir ikki náddu at brúka, hava teir goldið áðrenn tíðina til danska statin.
Við at sleppa endanum nú, slapp samgongan undan tí avdúkandi endaligu viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2004, sum hevði víst, og kemur at vísa, risa stórt hall.
Vit í Sambandsflokkinum vita av royndum, at henda samgongan, líka sum aðrar sjálvstýris- og fullveldissamgongur, ikki orkaði longur enn pengaríkiligheitin vardi. Í somu løtu sum tað táttaði í fíggjarliga, so gekk galið, og so var aftur boð eftir okkum í Sambands-flokkinum.
Nú er aftur boð eftir Sambandsflokkinum at rudda upp aftaná tað nógv umtalaða full-veldislands-stýrið. Eitt landsstýrið sum setti sær stór og gylt mál, men sum onga leið kom. Alt gekk eftir hæli. Aftaná at hava gjørt Føroyum so dyggiliga fyri skommum, fingu fyrst durafjóringin í Keypmannahavn við boðum um at fara heim at spyrja føroya fólk fyrst og ikki minni í New York fingu boð um at fara heim at spyrja Danmark fyrst.
Umframt at føroyska vinnan liggur í andaleypi, hevur fullveldislandsstýrið minkað stórliga um fíggjarliga stabilitetin í landinum, partvís við at frásiga okkum triðingin av heildarveitingini og ikki minst tá talan er um øking av almennu og óproduktivu útreiðslunum við umleið einari heilari milliard um árið. Tað seinasta ger uppruddingararbeiðið sera sera torført.
Hugsi tykkum til, at føroyska vinnan sum nú er í størri ella minni kreppu, saman við tær og mær, skulu knokkroytast eftir einari heilari milliard meira um árið, enn áðrenn Hvítabók varð skrivað.
Turru tølini niðan fyri vísa so týðuliga munin millum sambandspolitikk og fullveldispolitikk.