SV-kokkurin, sum føroyingar millum annað kenna frá Við knívinum á barkanum í Rio Bravo, letur nú upp egna matstovu, Geist, á Kongens Nytorv, skrivar politiken.dk. Eftir hálvt ára loynibryggj, har datoið fyri upplatingini er flutt fleiri ferðir, og søgurnar hava gingið í matstovuumhvørvinum, avdúkar Bo Bech nú sínar ætlanir: Ein risa matstova á Kongens Nytorv, sum skal eita Geist.
Matstovan letur upp 11. apríl.
Bo Bech er ikki glaður fyri at seta tingini í bás.
Tað skal vera ein matstova, sum røkkur út til nógv fleiri fólk, sigur hann. Og tað fer hon avgjørt at gera, tí pláss er fyri ikki færri enn 120 gestum.
Tað hevur týdning fyri meg at fáa eitt stað, har vinir mínir kunnu koma fleiri ferðir um mánaðin at hugna sær, sigur stjørnukokkurin.
Eg skal ikki gera eina nýggja michelin matstovu, men tað skal heldur ikki vera ein bistro. Tað skal verða Geist, sigur Bo Bech.
Hann vil skapa eina matstovu, sum gevur rúm fyri náttúrligu rávørunum.
Lyklaorðið verður náttúrligleiki, men tað skal kortini ikki verða økofrelst. Tað skal vera náttúrligt uttan at hava hálm í tuflunum, sigur hann.
Verðarnir fara at liggja millum 110 og 170 krónur.
At innrætta matstovuna hevur Bo Bech fingið akritektafyritøkuna Space Copenhagen. Fyritøkan stendur handan innrættingina av michelin matstovunum, Noma, Formel B og Geranium, sum allar eru kendar fyri sínar reinu linjur og vøkru sniðgeva smálutum, skrivar politiken.dk.