Boðar ikki frá góðum

Edvard Joensen
formaður Føroya Blaðmannafelags
---------------------------------------------------


Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur hart út og gevur pressuni skuldina fyri, at skattalættauppskot Sambandsfloksins, og nú samgongunnar, er komið tvørt fyri.
Á fundi, Bárður Nielsen, landsstýrismaður hevði boðið fakfeløgunum til fyri at kunna um skattalættauppskotið, segði hann, at tað var pressuni fyri at takka, at tað sá út, sum bara tær hægru inntøkurnar fingu skattalætta. Pressan hevði vavt málð í ein ellubita og borið tað skeivt út til fólk.
Tað varð harðliga lagt út av unga landsstýrismanninum. Men hann skal vita, at tað fer ikki at halda føroyskum tíðindafólkum frá at hava eyguni við tí, politikararnir fara at gera í framtíðini.
Fjølmiðlarnir fara, eins og teir hava gjørt, eisini í framtíðini objektivt at greiða frá tí, ið fyriferst politiskt. Eisini tí góða, politikararnir vónandi fara at koma við.