Sonevnda Boðanesheimið hevur seinastu mánaðirnar – og kanska árini – fingið nógva umrøðu. Tørvurin á røktarheimsplássum er rættiliga stórur í Tórshavnar kommunu, og ynski hevur leingi verið um at bøta um støðuna.
Glið kom veruliga á málið, tá landið boðaði frá, at kommunurnar fáa stuðul at byggja røktarheim. Stuðulin er helmingurin av kostnaðinum tó bert upp til 700.000 krónur pr. búpláss.
Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, sigur, at lýsing fer í bløðini hesa vikuna til eina prekvalifikatión, har byggifeløg kunnu bjóða seg fram.
- Prekvalifikatiónin hevur freist til 15. januar, og tá er so ætlanin at velja upp til fimm fyritøkur út til eina innbodna lisitatión, sigur Halla Samuelsen.
Røktarheimið, sum á mannamunni verður kallað Boðanesheimið, fer at hava pláss fyri 64 búfólkum.
Mett verður, at tørvurin í kommununi er 145 pláss, harav eini 75 eru bráfeingis tørvur. Nýggja røktarheimið dekkar tí fram ímóti bráfangis tørvinum.
Heimið verður bygt soleiðis, at nøkur av rúmunum verða til fólk við serligum tørvi, eitt nú sálarliga sjúk ella fólk, ið á einhvønn hátt ikki kunnnu verða saman við øðrum. - Tað kunnu verða til fýra búfólk ella niður í tvey soleiðis, sum tørvurin einaferð er, sigur Halla Samuelsen.
Liðugt í 2012
Tá tær upp til fimm byggifyritøkurnar eru útvaldar, fáa tær tíð fram til apríl/mai at lata síni tilboð inn, og so er ætlanin, at arbeiðið kann byrja eftir summarfrítíðina.
Umsitingin gjøgnumgongur í løtuni byggiskránna, og tá tað er gjørt, verður lýst í bløðunum. Talan verður um føroyskar byggifyritøkur, tí lýst verður ikki í donskum bløðum.
Stuðulin frá landinum verður upp til 44,8 milliónir krónur og roknað verður við, at samlaði prísurin tí fer at liggja um tær 90 milliónirnar.
Býráðið ætlar at fíggja sín part av kostnaðinum við lánstøku.
Tær fimm byggifyritøkurnar, sum verða valdar út, fáa upp til 150.000 krónur í samsýning, tó ikki tann, ið fær arbeiðið at gera. Tilboðini verða vektað eftir arkitekturi 20%, funktionaliteti 20%, tilfar/góðska 15%, tilboðsupphædd 20% pg samsvar við byggiskránna 25%.
Halla Samuelsen sigur, at ætlanin er at byrja byggingina eftir summarfrítíðina og at heimið skal standa liðugt fyrst í 2012.
- Tað fer so at ganga ein mmánaður ella so frá tí at arbeiðið er liðugt, til fystu búfólkini kunnu flyta inn, sigur Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd.