Mitt í nátt varð ringt til løgregluna at boða frá, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á eini vegoyggj á Marknagilsvegnum í Havn.
Tað var klokkan fimm í morgun, at óhappið var fráboðað. Har var ongin bilur var at síggja, men skelti á vegoynni var brotið.
Tá ið løgreglan kom á staðið staðfestu tey skaðan og longur frammi funnu tey sin bil, sum stóð parkeraður, og sum hevði fingið skaða. Men akkurát nær óhappið er hent, vita tey heldur ikki.
Eitt, ið serligur dentur verður lagdur á, er, at tað skal fráboðast tá ið eitt ferðsluskelti er brotið, tí endamálið við teimum er jú at vegleiða ferðsluna, og tað kann vera til vanda fyri onnur, tá ið tey verða brotin.
Men bilurin var tómur og læstur og síðani hevur løgreglan roynt at finna fram til bilføraran. Hann hevur nevniliga ikki boðað frá sum hann eigur og nú vil løgreglan hava samband við hann.