Boðaði frá eldi á Jákup Sverra

Men tað var ikki so ringt, sum tey stúrdu fyri

Í gjáramorgunin slóð eldávaringin umborð á nýggja havrannsóknarskipinum, Jákup Sverra til og boðaði frá eldi umborð. Jákup Sverri lá við bryggju í Havn, so sløkkiliðið varð boðsent. Roykurin var nógvur, men men tað vísti seg, at talan var ikki um opnan eld.

Hinvegin var talan um, at ein el-talva varð vorðin so heit, at hon smeltaði og tað var hon, sum elvdi til so nógvan royk, at eldávaringin sló til, sigur løgreglan

Annars hevur tað verið sera hált, og løgreglan hevur eisini fingið boð um nøkur ferðsluóhapp av tí sama, men sum heild hevur talan verið um smærri óhapp og fólkaskaði er eingin.

Tað, sum elvdi til mest trupulleikar, var tá ið ein treylari koyrdi seg fastan á Gøtueiði og var til vanda fyri ferðsluna.  Har fór løgreglan á staðið at halda ferðsluna gangandi, men tey á Landsverki vóru skjót við saltinum, so gongd kom aftur á ferðsluna.