Boðað frá ringari kavaódn í USA

Amerikanska veðurstovan hevur boðað frá nógvum vindi og óvanliga nógvum kava í landnyrðingspartinum av landinum í dag, og tað hevur fingið flogfeløg at avlýsa meiri enn 2.600 ferðir. Tíðindastovan AP skrivar, at talan er um eina rættiliga kavaódn, sum kann gerast tann ringasta í mong ár.

Myndugleikarnir hava givið boð um, at allir skúlar eru stongdir í dag, og borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, sigur, at allar gravimaskinur í býnum standa klárar, og harafturat hevur kommunan 250.000 tons av salti at koyra á vegirnar.

Veðurstovan sigur, at tað ringa veðrið fer at gera um seg í statunum New Jersey, New York, New England, Rhode Island, Massachusetts og Connecticut, og í øllum statunum hava myndugleikarnir sett tilbúgvingina í verk.