Føroya Lærararfelag og lønardeildin hjá Fíggjarmálastýrinum hava havt nakrar samráðingarfundir. M.a. hava partarnir lagt fram síni ynski og tosað hevur verið um arbeiðstíðina.
Í gjár fóru partarnir aftur til samráðingarborðið. Føroya Lærarafelag hevur í farnu viku havt fund við ymsu limabólkarnar, t.d. skúlaleiðarar og álitisfólk.
Felagið fær dyggan stuðul frá øllum limunum, sum heita á felagið um at halda fast við krøvini mótvegis Fíggjarmálastýrinum.
Millum hjartamálini hjá Føroya Lærarafelag er t.d. arbeiðstíð og lønarkrøv. Krøvini eru á leið tey somu, sum at byrja við.
Til samráðingarnar í heyst funnu partarnir fram til eina fyribils semju, sum fer úr gildi 1. mars 2000. Føroya Lærarafelag hótti eisini tá við arbeiðssteðgi. Felagið kann nú nýta verkfallsrættin, tí lærarar eru ikki settir tænastumenn longur. Tó eru nakrir av eldru lærarunum tænastumenn, meðan tey, ið eru komin til seinnu árini ikki eru tað og tí hava verkfallsrætt. Soleiðis kann talan verða um fyrsta arbeiðssteðg í søgu Føroya Lærarafelags, um semja ikki fæst innan 1. mars 2000.









