Vinnur tann konservativi flokkurin paramentsvalið í Bretlandi næsta ár, skulu bretar fyrireika seg til stórar spaningar á tí almenna økinum. Flokkurin, sum heldur fund í Manchester, sigur, at ætlanin er at spara 23 milliardir pund tey næstu fimm árini ella slakar fimm milliardir pund í meðal um árið. Millum annað ætlar flokkurin at seta í verk lønarsteðg fyri almenn starvsfólk, samstundis sum sjálv stjórnarumsitingin skal verða ein triðig bíligari í rakstri enn nú. Sparingin av tí verður numleið tríggjar milliardir pund og fer at kosta fleiri túsund arbeiðspláss, skrivar The Daily Telegraph.