BMW X5 og Mitsubishi Grandis

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir 7-persónabilar ummældir: BMW X5 og Mitsubishi Grandis, annar ein luksus SUV og hin ein av stórur og rúmligur MPV

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 9. apríl vóru BMW X5 við 3.0 litra turbodiesel motori við 286 hk, og Mitsubishi Grandis við 2,4 litra bensinmotori við165 hk.


BMW X5


Fyrri bilurin var ein BMW X5 í fínastu útgávuni við allari hugsandi útgerð. 3,0 litra 6 syl. turbodiesel rekkjumotori við 286 hk og botntrekki upp á ikki minni enn 580 Nm við 1.750 snún/min, og koyrir frá 0-100 km/t upp á 7,0 sek. 6-trins Steptronic automatgir er standard, og toppferðin er 235 km/t.

Bilurin er ein uppliving av koyra, hann er stórur og komfortabul við so at siga allari útgerð. Eisini motorurin er ein uppliving í sær sjálvum, hann er kvikur og hevur næstan óendaliga kraft.

BMW X5 hevur sjey sitipláss. Viðførisrúmið er 620 litrar og við baksetrunum niðri verður tað 1.750 liter. Bilurin vigar 2185 kg.

Bilurin er ein 4x4 við sera framkomnum undirvogni við t.d. xDrive skipanini hjá BMW, sum deilir drívmegina millum hjólini eftir tørvi, Active Steering sum broytir koyrieginleikarnar alt eftir sum ferðin er, og Adaptive Drive, sum tilpassar undirvognin eftir koyriumstøðunum.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, hevði fyri umleið 300.000 krónur í eykaútgerð og kostar 1.100.000 krónur. Tað er bilasølan Nordcar í Smiðjugerði sum umboðar BMW.


Mitsubishi Grandis


Seinni bilurin var Mitsubishi Grandis, sum er ein rúmligur og smartur MPV við sitiplássi til 7 vaksin. Designið er smart og sportligt.


2,4 litra við 165 hk koyrir frá 0-100 km/t upp á 10,0 sek, botntrekkið er 217 Nm v. 4.000 snún/min.


Hóast bilurin er designaður soleiðis, at hann ikki sær so stórur út, er hann ein av størstu og rúmligastu MPV í sínum klassa. Innrættingin er sera liðilig. Aftaru setrini kunnu øll leggjast niður, soleiðis at Grandis verður sum ein rúmligur vørubilur.


Instrumentborðið er ergonomiskt rætt, og alt er lætt at koma til og at handfara. Girstongin situr í einum paneli í instrumentborðinum. Bilurin er lættur at koma runt við í býnum og koyrieginleikarnir eru fastir, tryggir og sportsligir.


So gott sum øll trygdarútgerð er standard í Grandis, hann hevur t.d. hevur ABS bremsuskipan við EBD, (Elektronisk Bremsekraft Distribution), dupultvirkandi bremsukraftforsterkara, BAS (Brake Assist System), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. ferðpilot og heilautomatiskt klimaanlegg.


Bilurin, sum varð royndarkoyrdur, kostar 307.500 krónur. Grandis kann síggjast og roynast hjá Ivan Johansen Bilum.