BMW Sportvan - Sports Activity Coupé

Um eini tvey ár kemur ein heilt nýggjur og annarleiðis BMW á marknaðin. Talan verður um Sportvan, ið er ein sokallaður Sports Activity Coupé (SAC), sum verður eitt millum ting millum ein stationcar og ein MPV

BMW Sportvan, sum í fyrsta lagi kemur á marknaðin í 2007, verður gjørdur sum eitt mótspæl til Mercedes R-klassan, ið er eitt millumting millum ein stationcar og ein MPV.

BMW kalla konseptið SAC (Spots Activity Coupé). Bilurin verður helst bygdur yvir tann næsta BMW X5. Verkfrøðingar og designarar hjá BMW siga, at hesin bilurin verður heilt annarleiðis enn allir aðrir BMW, og teir gera alt fyri, at tyngdipunktið skal vera so lágt sum til ber fyri at fáa so góðar koyrieginleikar sum gjørligt. Takið á bilinum verður bæði sterkt og lætt - gjørt úr kolfiburtilfari.

Sum tað sæst á myndini, eru bakhurðarnar hongdar í afturkant, eins og á Rolls Royce sum eisini hoyra til BMW.

Bensinmotorarnir verða eftir ætlan 3.0, 4.0 og 4.8 litrar og minst tveir 3.0 litur turbo dieselmotorar. Møguliga verður eisini onkur útgáva við 507 hk frá BMW M5 og M6.

Sportvan kemur í fyrsta lagi á marknaðin í 2007.


Myndatekstur:

Konseptbilurin BMW Sportvan, sum kemur á marknaðinum eini tvey ár. Leggið til merkis at bakhurðarnar eru hongdar í afturkant