BMW keypa Sauber

Á tíðindafundi í farnu viku kunngjørdu BMW saman við Peter Sauber, at týski bilframleiðarin hevur keypt sveisiska formel 1 liðið, og tekur yvir leiðsluna av liðnum 1. januar 2006.

Peter Sauber eigur enn ein part av felagnum og verður starvsfólk hjá liðnum. Men hann skal ikki longur hava leiðsluna undir hond. Peter Sauber fór upp í formel 1 í 1993 í samstarvi við Mercedes. Hetta var eftir, at Sauber liðið í 20 ár hevði klára seg sera væl í lægri rasarakoyringum. Samstarvið við Mercedes slitnaði eftir nøkur ár, og Sauber hevur síðan tá koyrt við ymiskum motorum. Seinastu árini hevur Sauber havt Ferrari motorar, men hetta samstarv endar nú.

BMW hevur, síðan framleiðarin kom upp í formel 1 seinast í 90?unum, samstarvað við Williams liðið. Á tíðindafundinum segði BMW seg verða til reiðar at halda fram í hesum samstarvi. Men seinastu tíðina hava BMW og Williams klandrast illa eisini alment, so spurningurin um hvønn motor Williams fara at brúka í 2006 er opin.