BMW í ruskílatinum

V4-seðilin var farin í ruskílatið. Men tá útvarpið ferð eftir ferð lýsti eftir hepna vinnaranum, varð farið at leita - og mín sann, Majken vann bilin

Hepnu vinnararnir av V4-bilinum fríggjakvøldið vóru Majken og Jónleivur Olsen.

Men tað var um reppið, at tey ikki fingu bilin kortini. Tá útvarpið fríggjakvøldið lýsti nummarið á vinnandi seðlinum, kendust Majken og Jónleivur ikki við nummarið. Tískil vórðu seðlarnir tveittir í ruskílatið.

Útvarpið lýsti aftur við nummarinum leygardagin og sunnudagin. Tað plagar at vera nóg mikið, og enn hevur ikki verið neyðugt at lýst við nummarinum mánadag eisini.

Mánamorgunin tosaðu tey í útvarpinum so um, hvørt tey skuldu lýsa nummarið enn einaferð - ella ikki.

Hetta var kortini gjørt, og tá helt Jónleivur, at hann kendist við nummarið. Men tað helt Majken ikki. Tískil fóru tey í ruskílatið at vita - og mín sann um vinnandi seðilin ikki lá har!

Ludvík Petersen, sjórin í Bilfríðkuni greiðir frá, at Majken Olsen segði honum, at hon hevði gingið fram við bilinum, tá hann varð sýndur fram í SMS, men hon var kortini sannførd um, at hesin ikki fór at gerast hennara.

Men, vit kunnu bert sanna orðatakið, sum sigur, at eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.

Bilurin, ein BMW Compact Bavaria kostar 175.000 krónur at keypa - men Majken og Jónleivur sluppu bíligari - tey keyptu fýra seðlar.

Tískil kostaði teirra BMW bert 100 krónur