BMW - ansa eftir at bilførarin ikki sovnar

BMW royndarkoyra í løtuni eina skipan, har eitt myndatól avdúkar, um bilførarin er ov troyttur og er við at sovna. Um vandi er á ferð, verður bilaførarin vaktur av eini ávaringarskipan

Ferðslutrygd

Týsk tryggingarfeløg hava kannað 200 ferðsluvanlukkur. Í einum fjórðingi av hesum vanlukkum var orsøkin, at bilførarin var sovnaður. BMW royndarkoyra í løtuni eina ávaringarskipan, har eitt myndatól fokuserar uppá eyguni á bilføraranum og fylgir við kropsrørslunum hansara. Ein telda roknar síðan út, um tekin eru um, at bilførarin er ov troyttur. Um vandi er á ferð, verður bilførarin ávaraður av ljóssignalum. Kanningar skulu vísa hvussu sterk hesi ávaringarsignal skulu verða og hvussu nógv skal til fyri at ávara bilføraran.

Kelda: FDM / Motor